Spreinging við amerikonsku sendistovuna í Jemen

Ein spreinging var uttan fyri amerikonsku sendistovuna í jemenska høvuðsstaðnum, Sanaa, í morgun Arabiskar sjónvarpsstøðir siga, at talan var um eina bilbumbu, sum brast uttan fyri ta sera væl vardu sendistovuna. Sjónvarpsstøðirnar siga eisini, at skot vóru at hoyra tætt við sendistovuna.

Amerikanska uttanríkisráðið flutti tey flestu starvsfólkini av sendistovuni í Sanaa fyri fimm mánaðum síðani, eftir at yvirgangsmenn høvdu skotið eftir senditsovuni og bústøðum hjá amerikonskum oljustarvsfólki.

Tað hava verið fleiri yvirgangsatsóknir í Jemen tey seinnu árini. Tann ringasta var í oktobur í 2000, tá 17 amerikanskir herflotamenn doyðu, tá al-Qaeda søkti at herskipinum ?USS Cole? í havnarbýnum Aden.