Spreinging í Ukraina

Tvey fólk fingu skaða, tá ein spreinging var í einum sporvogni í býnum Dnepropetrovsk har eysturi í Ukraina í dag. Tað skrivar tann russiska tíðindastovan Interfax. Ukarinski innanríkisráðharrin sigur, at talan var um eitt óhapp við krúti, sum eitt fólk í sporvogninum hevði uppi á sær, og at níggju fólk fingu brunaskaða.

Sambært Reuters er tað rættiliga vanligt í Ukraina, at veiðimenn ganga við leysakrúti uppi á sær. Eygnavitni hava greitt frá, at sporvognurin var í miðbýnum í Dnepropetrovsk, tá spreingingin var.

Tann 27. apríl vóru fýra spreingingar í Dnepropetrovsk, og tá fingu 27 fólk skaða. Myndugleikarnir avsannaðu tá, at spreingingarnar høvdu nakað samband við EM-endaspælið í fótbólti, sum er í Ukraina og Póllandi nú, men teir umrøddu kortini spreingingarnar sum yvirgang.