Ein spreinging á einum oljureinsiverki í Venssuela hevur kostað í minsta lagi sjey mannalív, og 48 onnur fólk hava fingið skaða.
Spreingingin var í morgun á Amuay-reinsiverkinum, sum er tað størsta í Venesuela, og sum verður mett at vera tað næststørsta í heiminum. Orkumálaráðharrin, Rafael Ramirez, sigur við fjølmiðlarnar, at spreingingin stóðst av einum gassleka.
Tann lokali guvernørurin sigur við Reuters, at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni, og at tað er ikki vandi fyri fleiri spreingingum.
Amuay-reinsiverkið er á hálvoynni Paraguana, sum er í útnyrðingspartinum av landinum.