Ein spreinging var fyrrapartin á einum hotelli á Gran Canaria. Danska ferðavinnuskrivstovan Star Tour sigur við TV2, at felagið hevur 26 donsk og norsk ferðafólk, ið búgva á hotellinum, men skrivstovan hevur ikki frætt frá teimum.
Eitt spanskt blað skrivar á síni heimasíðu, at talan er um eina gassspreinging, sum var á hotellinum Cordial Mogán Playa í býnum Puerto Mogán. Sambært blaðnum hava fimm fólk fingið skaða, og hjá onkrum er talan um álvarssaman skaða.
Aðrir spanskir fjølmilar siga, at myndugleikarnir hava sent fimm sjúkrabilar og eina tyrlu á staðið.