Reyði Krossur í Libanon upplýsir, at ógvsuliga spreingingin í Beirut higartil hevur kostað 100 fólkum lívið. Enn liggja offur í leivdunum.
Yvir 4.000 eru særd í spreinginini, sum var á havnarlagnum seinnapartin í gjár.
– Higartil er boðað frá yvir 4.000 særdum, og yvir 100 eru deyð.
– Lið okkara eru framvegis í ferð við at bjarga í økjum kring spreinginina, verður sagt í fráboðanini frá Reyða Krossi í Libanon.
Seinastu deyðstølini í nátt ljóðaðu upp á 78.
Spreingingin hendi í eini goymslu í havnini, har sera spreingivandamikil evni vórðu goymd.
Michel Aoun, forseti, hevur í einum tweeti upplýst, at har vóru 2750 tons av ammoniumnitrat, sum verður brúkt til tøð, men sum eisini kann brúkast til bumbur. Tað kann vera tí, at spreingingin var so ógvuslig.
Hann lovar, at tey, sum hava ábyrgdina, verða revsað »so hart sum gjørligt«.
Boðað verður frá oyðilegginginum langt frá staðnum, har spreingin var. Rútar eru knústir um stórar partar av Beirut.
Danska sendifrúan í Libanon, Merete Juhl, upplýsir, at danska sendistovan og fleiri bústaðir hjá starvsfólkum á sendistovuni, hava fingið skaða.
– Eg rokni við at , at vit í dag fáa greiðu á meira í smálutir, hvussu illa tað stendur til, sigur hon við Ritzau.
##med2##
Vandamiku taðingarevnini hava sambært Aoun verið goymd í seks ár í havnini, uttan at trygdin hevur verið í lagi.
Í nakrar tímar óttaðust tey, at spreingingin bar boð um uppafturtøku av blóðuga stríðnum, sum hevur merkt Libanon síðani sjeytiárini og fram um aldarskiftið. Amerikanski forsetin, Donald Trump, var skjótur úti og boðaði frá, at spreingingin var eitt álop.
/ritzau/AFP
##med3##
##med5##
##med4##















