Svenska stroymingtænastan Spotify, sum bjóðar fólki at lurta eftir øllum hugsandi tónleiki, hevði metgóðan ársfjórðing frá apríl til juni í ár.
Umsetningurin hjá Spotify var 25 milliardir krónur, og avlopið var slakar tvær milliardir krónur.
Tað skrivar Ritzau.
Spotify kundi eisini fegnast um, at talið á haldarum vaks við 12 prosentum, og nú er 246 milliónir haldarar.
– Hetta er spennandi tíð hjá Spotify. Vit halda fram við at mennast og vísa, at Spotify ikki bert er ein góða tænasta, men í størri mun eisini ein framúr forrætning, sigur Daniel Ek, stjóri í Spotify.
Spotify letur tveir triðingar av samlaða umsetninginum til rættindahavarar, sum verða stroymdir. Tað eru vanliga plátufeløg og tónleikarar.
Spotify varð stovnað av Daniel Ek og Martin Lorentzon í 2006 og fór undir virksemið í Europa í 2008. Eisini føroyingar brúka Spotify.