Sporføri tryggjar lógligan fisk

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at eins og í Føroyum, arbeiða norðmenn eisini við at gera skipanir fyri at tryggja sporføri í fiskaframleiðsluni. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um, at brúkarin ynskir at keypa fiskavørur har trygd fæst fyri, at vøran stavar frá einum burðardyggum fiskiskapi. Somuleiðis verður alt størri fokus sett á at tryggja, at tey, ið fiska uttan at hava neyðugu loyvini til fiskiskap, ikki skulu fáa høvi til at landa fiskin. Regionalu felagsskapirnir, sum til dømis NEAFC hava lagt stóra orku í hetta fyribyrgjandi arbeiðið.