Sporðdrekin vann seg í dag á stigatalvuna í kurvabólti, eftir tveir ósigrar. Teir vunnu í dag 50-46 á grannunum úr Hamar.
Les eisini: Nú rullar kurvabólturin aftur
Sporðdrekin kom best frá byrjan. Eftir fyrsta fjórðingin var støðan 14-11 til Sporðdrekan. Annar fjórðingur var somuleiðis javnur. Tá farið varð til hálvleiks, var støðan 26–23.
Í triðja fjórðingi dró Sporðdrekin frá Hamar og kom upp á 41–31.Í fjórða og síðsta fjórðingi fór Hamar at verja langt frammi á vøllinum, og vunnu seg inn aftur í dystin. Teir fingið 15 stig, meðan Sporðdreking fekk 9. Tað var tó ikki nokk og Sporðdrekin vann 50–46.
Sporðdrekin – Hamar 50-46 (26-23)
Toppskjúttar í dystinum:
Sporðdrekin: Fríði í Geil Jensen 19 stig og Magnus Jakobsen 16 stig
Hamar: Pól Jakobsen 19 stig og Janus Jakobsen 14 stig
Støðan í landskappingini aftaná 5. umfar:
Lið Dystur Málmunur Stig
Ravnur 3 20 3
Hamar 4 -10 1
Sporðdrekin 3 -13 1