Eftir at bretska stjórnin hevur álagt Chelsea-eigaranum, Roman Abramovich, revsitlitøk, eru sponsoarnir eisini farnir at renna undan. Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri góðu gongdina hjá fótbóltsfelagnum.
Stjórnin boðaði fyrr í vikuni frá, at virðini hjá Roman Abramovich verða innifryst, tí hann hevur hvat tætt samband við Vladimir Putin. Tað merkir, at hann hvørki sleppur at ferðast til Bretlands ella at fremja handlar í landinum.
Chelsea spælir við telefyritøkuni “3” sum høvðussponsori, men nú hevur “3” biðið um at fyribils steðga samstarvinum, tí fyritøkan ikki ynskir at verða sett í samband við Russland. Tað ljóðar eisini, at aðrir sponsorar umhugsa somu støðu. Serliga meint kann tað raka, um klædnasponsorurin, Nike, velur at gera nakað.
Chelsea hevur fingið serligt loyvi at halda fram við virksemi sínum og kann altso spæla dystir sínar, men tað eru avmarkingar á hvussu nógvar pengar felagið kann brúka til dystirnar. Millum annað sleppur felagið ikki at selja atgongumerki og Chelsea-handilin, sum selur troyggir og annað, er stongdur.
Tiltøkini gera støðuna hjá Chelsea ótryggga. Tað serliga loyvið gevur bara felagnum loyvi til at gjalda løn til starsfólk. Felagið sleppur ikki at gera nakrar íløgur. Tað merkir eisini, at felagið sleppur ikki at skriva sáttmálar, ella at keypa spælarar.
Hartil kemur óvissan um ætlaðu søluna av felagnum. Sambært The Times krevst eitt serligt undantak frá stjórnini, um sølan skal fremjast. Ongir pengar frá møguligari sølu kunnu fara til nakað felag hjá Roman Abramovich.
Roman Abramovich hevur ferð eftir ferð noktað, at hava havt samband við Vladimir Putin og russiska statin. Tann nú 55 ára gamli russarin keypti Chelsea í 2003, og felagið hevur síðani havt størstu framgongd nakrantíð. Meðan Roman Abramovich hevur átt Chelsea hevur felagið millum annað vunnið fimm ensk meistaraheiti og tveir Champions Leagu-heiðrar.











