Spinnandi óðir ráðgevar?

   

Bogi Eliasen
cand.scient.pol

Beinta Løwe Jacobsen viðger sonevndu spin doctors ella spunasmiðir í kronikkini í hesi Tinghellu. Evnið hevur verið nógv frammi seinastu árini og kanska serliga í sambandi við stýrini hjá Tony Blair og Bill Clinton. Nakað av rumbli hevur verið í Danmark, bæði við undanfarnu og núverðandi stjórn, ið hevur valt at hava greiðar reglur fyri hvat hesir kunnu og mugu, meini ein nevnd sat í fleiri ár og viðgjørdi spurningin. Her heima hjá okkum hevur evnið verið uppi og vent og vit hava sæð, at flokkarnir og Landsstýrið seinastu 10 árini eru vorðin meira tilvitaði um, at ein boðskapur ikki bara skal tveitast út til fólkið. Kanska átti ein at sagt, at politikkurin er vorðin meira proffessionaliseraður.
Tað hevur ljóðað millum manna, at Landsstýrir og politikkarar heita á serliga fjølmiðlafólk at skriva tíðindaskriv og røður fyri seg, og eisini Løgmaður hevur havt ætlanir um at seta ein fjølmiðlaráðgeva. So eitt sindur av hesum ráki sæst eisini her heima hjá okkum.
Hvat er spunasmiður?
Sum eg skilji heitið spunasmiður, er tað ein, sum leggur eina ætlan fyri hvussu ein ávísur boðskapur skal almannakunngerðast fyri at røkka endamálinum. Talan er um eina tilætlaða tilrættalegging av hvussu ein ynskir málið lýst í fjølmiðlunum og sostatt eisini millum manna. Her kann enntá koma uppá tal, at fáa fram kjak um eitthvørt fólksligt evni, fyri í stillum at fremja onkra illa dámda avgerð,og uttan at rok stendst av hesum . Í talvi ella t.d. fótbólti høvdu eygleiðarar sætt eginleikan at síggja fleiri leikir fram og tillaga spælið eftir tí. Her ræður um at skapa eina jaliga mynd av sær ella sínum og kanska eina neiliga av mótstøðufólki.
Skaðiligt?
Fólk, ið hava kannað hetta fyri-brigdi, halda fast við at spunasmiðir eru skaðiligir fyri fólkaræði, tí ein partur ger ætlanir til eitt kjak, partarnir halda koyra á jøvnum føti og soleiðis manipulerar ein ávísan boðskap. Hetta er helst rætt og sigast kann, at fólkaræðið hevur mist ein part av sínum ósakligleika tí at hetta kunnleikans træ er komið uppí leikin. Verkætlanin hjá spunasmiðum kann sigast at verða, at stýra ymsum fólkum og hyggja fleiri leikir fram fyri at náa málinum, og tí verða kanska fleiri mál og útsagnir framførd fyri at náa okkurt annað. Tá spunasmiðir komu í ringt orð er trupulleikin, at eingin veit um trúgvast kann tí teir siga, og hvør ætlanin er við tí sagda. Talan gerst um eina trúvirðiskreppu, og fólki sær kanska spunasmiðir meira sum spinnandi óðar ráðgevar enn nakað annað.
Spunasmiðir verða ofta framførdir sum ein vandi fyri fólkaræðið, og eru tað kanska eisini. Soleiðis sum vit hava sæð henda leistin serliga í Onglandi, USA og eisini nú í Danmark, verður politikkur í stóran mun, gjørdur til ein spurning um bestu marknaðarføringina. Hinvegin er tað góðtrúni at halda, at heilt slepst undan hesum, tað gera vit heldur ikki í Føroyum. Vit hava t.d. floksskrivarar, sum arbeiða fyri í hvussu so er, løgtingslimirnar hjá flokkunum. Spurningurin er, um teir ikki eru meira skrivarar enn spunasmiðir. Teir eru í eini støðu, har teir skjótt kunnu fáa ein tílíkan leiklut. Roknast má við, at føroyskur politikkur eisini gerst meira proffessionellur. Ein partur av hesum er, at brúka politiskar ráðgevar, talu(røðu)skrivarar og møguliga spunasmiðir, tí einstaki løgtingslimurin skal selja sín boðskap fyri at verða afturvaldur, og flokkurin skal selja sín boðskap fyri at sleppa í stjórn. Her ræður um at tekkjast veljarum, og kann tað eisini gerast við at flyta flokkin, sum New Labour í Bretlandi og Vinstra í Danmark gjørdu fyri at vinna valið, lagt til rættis av spunasmiðum.
Broyting í Føroyum?
Við óhepnum hendingum í bæði USA og Bretlandi í huga, sum Beinta Løwe nevnir, visti ongin brádliga hvørjum og hvat trúgvast skuldi viðvíkjandi politiskum útsagnum, tí er spunasmiðjum ikki í hæddini og kanska á veg aftureftir áðrenn hetta fyribrygdi nakrantíð festi veruligar røtur í Føroyum. Men vit skulu tó ikki halda, at politikkur ikki eisini í Føroyum hevur broytt seg til eisini at verða proffesionellur og marknaðarføring. Politikkur er partur av samfelagnum, og síggja vit jú, at stórur partur av vinnulívinum livir av góðari marknaðarføring og image. Image ella ímyndin, sum kann verða, at fyritøkan er serliga umhvørvisvinarlig, tekur sosial atlit o.s.fr. er kanska líka nógv fyri at verða ein positiv mynd í fólksins eygum, sum veruligi hugurin at hjálpa. Í nýmótans samfelagnum er einstaki politikkarin og flokkurin eisini áhugaður í at verða ímyndin, ja møguliga garanturin av tí góða samfelagnum
Munurin hjá okkum samanborið við størri lond er, at her verður í stóran mun rikið fyri at verða valdur, eftir míni meting, sær út sum, at tað í Føroyum hevur tað størri týdning at hava persónligt samband við veljaran enn at gera stórar kampanjur. Møguliga er tað okkara avmarkaða fólkatal sum ger, at vit ikki hava sæð meira til spunasmiðir í Føroyum.
Framført verður at spunasmiðir (mis)brúka fjølmiððlar til tess at fáa sína dagskrá, men at hetta er so tí kappingin millum miðlarnar ger, at tað ræður um at verða fyrstur við søguni. Haldi ikki at nevnda støða enn er í Føroym, m.a. seinasta løgtingsval var kenslan kanska heldur, at t.d. sjónvarpið við sínum valsendingum, var tann sum í størstan mun avgjørdi hvat kjakast var um í valstríðnum.
Ráðgeving neyðug
Hinvegin so gerst politikkur alt meiri krevjandi, alheimsgerðin hevur við sær at aðrar avgerðir í meira torskildum økjum skulu takast, og at atlitini ikki bert eru tey staðiligu. Fleiri røddir hava verið frammi um, at eitt styrkt Løgting er neyðugt fyri at fáa eina meira proffesionnella politiska skipan. Tað kundi t.d. verið at givið hvørjum løgtingslimi hálvtíðarskrivara, sum so eisini kann vera. spunasmiður.
At geva løgtingslimunum møguleika fyri betri ráðgeving má verða ein neyðug útbygging av arbeiðsumstøðunum hjá okkara fólkavaldu, um vit veruliga vilja hava teir til at taka støðu til alsamt meira krevjandi mál. Hetta er vorðin ein innbygdur partur av nýmótans fólkaræði, men roynast má at gera hetta uttan at vit fáa spinnandi óðar ráðgevar.