NSÍ
NSÍ vann í fyrsta umfarinum í Gundadali móti B36. Síðani hava teir ikki fingið fult. Hesa ferð vóru teir á sigurskós, men tað eydnaðist kortini ikki at fáa meiri enn eitt stig burturúr.
- Tað eru lítlar løtur, sum eru av avgerandi týdningi. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Vit løgdu okkum framum, og harvið gekk tað meiri fyri seg eftir okkum treytum, enn tað gekk fyri seg eftir teirra treytum. Men so leingi, sum munurin bara var eitt mál, so var alt framvegis opið. Eg var væl nøgdur við hugburðin í 1. hálvleiki, og fyrstu løtuna eftir steðgin hekk tað væl saman. Tá skuldu vit havt avgjørt, men tíverri eydnaðist tað ikki. Um vit tá høvdu havt økt til 2-0, so hevði mótbrekkan hjá teimum ivaleyst verið ov stór. Eg haldi, at tað kendist aftur í spælinum hjá okkara, tá ið fyrst Andy og síðani Gert noyddust at taka seg aftur, tí teir vóru skaddir í fótunum, vísir NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, á.
Hjalmar Dalbúð, sum framvegis er unglingaspælari, kom fyri fyrstu ferð á vøllin í landskappingardysti fyri besta liðið.
- Vit hava fleiri unglingaspælarar, sum venja saman við teimum bestu. Tað eigur at stimbra teir, um vit vísa teimum álit, og tað ætla vit at gera, staðfestir Trygvi Mortensen.