Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðuni, at hon veit, at frikadellurnar eru seldar í handlum hjá Bónus og Mylnuni í Føroyum, men tær kunnu eisini havt verið at fingið í øðrum handlum. Frikadellurnar eru í 250 gram pakkum og tær eru pakkaðar 22. august 2007, á donskum virki við autorisatiónsnummari DK 884 EØF. Heilsufrøðiliga Starvsstovan biðjur fólk, sum hava keypt av hesum frikadellum, um at beina tær burtur, ella fara aftur til handilin við teimum.