Spildurnýtt lag »Her uttan teg« við Fríða og Beintu

Fríði Sigmundsson og Beinta Elsudóttir Jacobsen koma í dag út við spildurnýggjum lagi, ið kallast "Her uttan teg".

Bæði framføra vanliga undir egnum navni, hetta er teirra fyrsta staklag saman, sum er ein duett við navninum Fríði og Beinta.

Vit koma at hoyra meira til teirra framyvir, millum annað fara tey at framføra á festivali í summar.

 

Ein spennandi nýggj føroysk duett við Fríða og Beintu.

 

Orðini eigur Petur Háberg Jacobsen, Marner av Lofti eigur lagið, og framleitt hevur Jákup Zachariassen

Vokalar og kór: Beinta Elsudóttir Jacobsen og Fríði Sigmundsson

Flestu ljóðføri: Jákup Zachariassen

Bass: Eyðun Johannessen

Trummur: Henning Nicodemussen

Mix og master: Óli Poulsen

Lagið kann hoyrast her á youtube: 

 

##med2##

 

Og kemur á Spotify nú um vikuskiftið.