Einaferð skuldi tað vera eitt mekka hjá sjóvinnu, íverksetarum, KT vinnu og aðrari vinnu. Einaferð skuldi tað vera hotel og frítíðardepil. Eina aðru ferð skuldi tað brúkast til umsiting og býráðssal.
Tórshavnar Kommuna hevur hevur havt nógvar ymiskar ætlanir við umstrídda Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Í tí sambandi hevur býráðið brúkt 100 milliónir krónur upp á at gera húsið ístand, men enn hava ongar av ætlanunum borið á mál.
Men nú er aftur arbeitt við eini heilt nýggjari ætlan, sum einki hevur við allar hinar ætlanirnar at vera.
Í hesum døgum samráðast Mentamálaráðið og Tórshavnar Býráð nevniliga um, at landið skal fáa bygningin til Fróðskaparsetur, og sostatt er ætlanin at tað skal verða karmurin um gerandisdagin hjá hundraðtals ungdómum.
Tað upplýsti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Løgtinginum nú ein dagin. Í hesum sambandi sigur hon, at samráðingar eru um, at landið skal langtíðarleiga Sjóvinnuhúsið frá býráðnum til Fróðskaparsetur.
Hon heldur, at húsið liggur væl fyri, tí tað er stutt av Debesartrøð, har Fróðskaparsetrið nú er, oman í Sjóvinnuhúsið, og tað er eisini stutt av Sjóvinnuhúsinum, í Vinnuháskúlan, samstundis sum tað er tætt við miðbýin.
Hetta hevur hon, hevur týdning, tí ætlanin er eisini at gera ein lestrarbýling á Debesartrøð, og samstundis at fáa Venjingarskúlan til lestraríbúðir.
Av tí at samráðingarnar lítlan og ongan veg eru komnar, kann hon heldur ikki siga nakað um, hvat hetta fer at kosta landinum.
Men alternativið er at gera allan venjingarskúlan til Fróðskaparsetur, men hann er illa farin og krevur stórar ábøtur.
Og nú verður so roynt at fáa greiði á, um tað kanska loysir seg betur at útvega Sjóvinnuhúsið til Fróðskaparsetrið enn at fara undir Venjingarskúlan.
Magnus Rasmussen vísir á, at tað er dýrt í Havn og samstundis er tað skjótt at koma til og úr Havn. Tí heldur hann, at Landsstýriskvinnan eigur at umhugsa at gera lestrarbústaðir kring landið, heldur enn bara at gera ein stóran lestrarbýling í Havn.
- Tað er eisini eitt mál, vit arbeiða við, sigur Rigmor Dam.