Bilaleiga
Síðsta leygardag yvirtók bilaverkstaðurin, BBR Service í Runavík, fýra nýggjar
bilar, sum felagið hevur keypt frá bilasøluni hjá Ivani Johansen. Tað var
sølumaðurin, Jón Johansen, sum handaði brøðrunum, Rógva og Boga Rasmussen,
lyklarnar til bilarnar hendan dagin.
Í eini fýra ár hevur BBR Service havt bilar til leigu, sum føroyingar og
útlendingar hava kunnað leigað, men hetta er fyrstu ferð, at felagið keypir
nýggjar bilar til endamálið.
Nýggju bilarnir eru av slagnum Citroen Xsara 1,6i Prestige, og allir hava hvør
sín lit; ein er svartur, ein reyður, ein gráur og ein er koksgráur. Bilarnir eru
útgjørdir við eitt nú el-rútum, el-speglum, air condition, powerstýring og
cd-spælara.
Spurdur, hví teir valdu júst Citroen-bilarnar, sigur Rógvi, at teir við hesum
keypi hildu seg fáa mest fyri pengarnar.
Uppí 14 bilar
- Í løtuni hava vit einar sjey bilar tilsamans, sum kunnu leigast av bæði
føroyingum og útlendingum. Í fyrraári høvdu vit uppí einar 14 bilar, tá ið mest
var at gera. Tá høvdu vit gott samstarv við ferðaskrivstovur í oynni, men hetta
samstarv er líkasum dottið burtur.
Rógvi sigur, at BBR Service gjørdi lítið við bilaleigu í fjør summar, tí teir
høvdu so nógv annað at takast við. Tó leigaðu fleiri oljumenn bilar ? og summir
høvdu bilarnar í fleiri mánaðir, men hesum monnum væntar BBR Service sær ikki so
nógv av í ár, tí nú eru ongar oljuboringar í føroyskum øki.
- Tað er tó eingin loyna, at nýggju bilarnir eru keyptir við eitt nú
oljuvinnuni í huga. Hetta er eisini ein orsøk til, at vit hava gjørt hesa íløgu
og ætla okkum at halda fram at leiga bilar út. Vit vænta nevniliga eina
oljuvinnu her um okkara leiðir. Tí hava vit eisini sett lýsingar um bilaleigu í
faldarar, sum viðvíkja oljuvinnuni. Og skulu vit leiga út, mugu vit eisini hava
góðar bilar, sigur Rógvi.
Føroyingar
og útlendingar
Sum skilst, vóru tað serliga útlendingar, sum í byrjanini bóðu um bilaleigu, men
so við og við leiga nógvir føroyingar eisini bilar frá BBR Service.
- Eg vil siga, at bilaleiga í Eysturoy er neyvt tengd at árstíðini, og serliga
er tað um summarið og høgtíðirnar um veturin og várið, at eftirspurningurin er
stórur. Tað eru fleiri fólk, sum búgva uttanlands og koma heim at halda frí,
bæði vetur og summar, sum heldur velja at leiga ein bil enn at dúva uppá
familjuna her heima, sigur Rógvi.
Hann vísir á, at eitt av málunum við nýggju bilunum, er, at fólk, sum vilja
hava ein betri bil at koyra í, kunnu leiga ein slíkan.
- Føroyingar eru kanska ikki so bevístir í so máta. Í flestu førum eru vit
nøgd, bara vit koma aftur og fram. Hinvegin vilja útlendingar gjarna rinda meira
fyri ein nýggjan bil.
Ajourføra prísirnar
Spurdur, hvør príslegan er fyri leigu av bilum, sigur Rógvi, at teir hava tikið
450 krónur um dagin fyri ein brúktan bil.
- Hetta er leigan fyri ein dag. Leigar tú bilin í fleiri dagar, hevur prísurin
verið ein heilt annar og væl lægri.
Hann heldur, at neyðugt verður at ajourføra prísirnar á bilaleigu og væntar, at
prísurin fyri at leiga teir nýggju bilarnar verður nakað hægri, enn leigan hevur
verið higartil.
- Vit hava ikki last okkum fastar í ávísan prís enn, men væntandi verða
prísirnir hækkaðir nakað, sigur Rógvi Rasmussen.
Á BBR Service í Runavík hava teir eisini smáar vøruvognar til leigu.









