Tað verður við spenningi sæð fram til, at Tintin fyri fyrstu ferð skal gerast til veruligan film. Spenningurin verður ikki minni av, nú tað er váttað, at leikstjórarnir fara at eita Steven Spielberg og Peter Jackson. Ætlanin er í fyrstu syftu at gera tríggjar filmar um Tintin, og tann fyrsta skal Spielberg leikstjórna. Annan filmin í røðini skal Peter Jackson so standa fyri. Eftir hetta verður gjørt av, hvør skal gera tann triðja filmin um belgiska detektivin, sum upplivir mangt og hvat kring heimin.