Spice Girls og Backstreeet Boys saman aftur

Nú fara vit veruliga aftur í 90'ini

Tveir av heilt stóru tónleikabólkunum miðskeiðis í nítiárunum, Spice Girls og Backstreet Boys, arbeiða nú við ætlaum um at savna bólkarnar og fara á konsertferð saman.

 

Backstreet Boys hava verið saman aftur eina tíð og fara í næstum í upptøkuhølini at leggja seinastu hond á eina nýggja útgávu, meðan genturnar í Spice Girls ikki hava verið á palli saman síðani OL í London.

 

Tað er fyrrverandi Backstreet Boys limurin AJ McLean, ið hevur tosa við Rolling Stone um ætlanirnar. Hann sigur, at teir hava tosað um at fara á konsertferð saman við Spice Girls í hálvtannað ár, men nú er líkt til, at tað verður til meiri enn prát.