Spice Girls koma ikki til Føroya

Bert tríggjar konsertir eru á skránni í Evropa, tá Spice Girls um jóltíðir fara á konsertferð á fyrsta sinni í níggju ár, eingin av hesum trimum konsertum er í Føroyum Tað verður uttan iva ringt at fáa fatur á atgongumerkjum til konsertirnar í London, Köln og Madrid, ið eru tey trý støðini í Evropa, har tann upprunaliga Girl Power bólkurin fer á pall, tilsamans er einans talan um 11 konsertir.

 

Lagt verður fyri í Los Angeles 7. desember, men eisini Las Vegas, New York, Beijing, Hong Kong, Sydney, Cape Town og Buenos Aires eru á skránni, sambært avisen.dk.

 

Eftir fleiri ætlanir um at savna bólkin aftur, so er hetta endiliga veruleiki. Talan verður um upprunaligu manningina, og sostatt eisini Geri Halliwell ella Ginger Spice, ið fór burtur úr bólkinum í 1998, tvey ár áðrenn bólkurin endaliga varð upploystur. Halliwell sigur við avisen.dk:

- Eg haldi, at vit allar hava ivast í, um hetta mundi vera tað rætta at gera, men vit kenna alíkavæl, at tíðin er komin til hetta. Hetta snýr seg um at hátíðarhalda fortíðina og njóta at vera saman, og so sjálvandi eisini um okkara fjepparar.