Spice Girls vóru nakað av tí størsta innan altjóða popptónleik í 1990’unum. Tær dugdu væl at framføra, og tær fingu nógv hitt við væl framleidda poppinum.
Tað kemur tó neyvan óvart á, at allar í Spice Girls ikki dugdu eins væl at syngja, og ein av songkvinnunum sang eftir øllum at døma so illa, at hennara mikrofon stundum var sløkt undir live-framførslum.
Á einari framsýning hjá mótablaðnum Vogue í London herfyri avdúkaði Victoria Beckham, at framleiðarin av tónleikinum hjá Spice Girl plagdi at sløkkja hennara mikrofon og lata hinar fýra syngja.
Men Victoria Beckham hevði sín leiklut í bólkinum. Hon var tann, sum hevði best skil fyri móta, og tá ið hinar kvinnurnar uppførdu seg tápuligt, var hon tann, ið ansaði eftir teimum.
- Eg var tann, sum helt skil á, sigur Victoria Beckham sambært The Sun.