Nets hevur sperrað 250 føroysk og 5.000 donsk gjaldskort, nú illgruni er um, at tey eru umfataði av einum altjóða máli um svik og eru í vanda fyri at verða misbrúkt. Vandin er, at dátuni á kortinum eru avritað.
Hesin vandin er heilt ítøkiligur hjá onkrum, og in.fo skrivaði í gjár um ein føroyskan bankakunda, sum hevði mist 10.000 krónur av kontu síni.
Tí verður heitt á tey, hvørs kort eru sperraði, at kanna kontur sínar, um pengar møguliga eru tiknir av kontuni seinastu dagarnar. Hjá hesum bankakundanum var talan um fleiri størri og smærri upphæddir, sum tilsamans gjørdust um 10.000 krónur.
Les eisini 250 gjaldskort vórðu sperrað









