Fyri tveimum árum síðani var Anna Nygaard ein av stóru profilunum í donsku X Factor kappingini, og í ár er Sveinur Gaard Olsen sera sjónligur í kappingini.
Men hvussu er tað hjá foreldrunum at fylgja við, tá ið børnini taka lut í eini slíkari krevjandi kapping, har tvær milliónir fólk fylgja hvørjum feti, tey taka, og hvørjum tóna, tey syngja.
- Tað var meira ein stór uppliving enn eitt stórt trýst hjá Annu. Tað var sum at vera í tivoli 24 tímar um døgnið. Men sjálvandi er eisini eitt vist trýst á luttakarunum. Tú skalt hava nakað upp á hjarta, men tú skalt eisini verða eyðmjúkur. Hvørt orð verður vent og snarað, og tað er ein avbjóðandi støða hjá øllum, sigur Kenneth Nygaard, pápi Annu Nygaard.
- Luttakararnir í X Factor eru á eggini allatíðina, og tað kann eydnast ella miseydnast, og tað ger tað sera spennandi at fylgja við í. Men fyri foreldur snýr tað seg bara um at stuðla og bakka upp, sigur hann.
Frøast
Elgeir Olsen og hansara familja fara í hesum døgum ígjøgnum tað, sum familjan hjá Annu Nyggard fór ígjøgnum fyri tveimum árum síðani, men eisini Elgeir sær fyrimunirnar og góðu upplivingarnar heldur enn vansarnar við kappingini.
- Tað kom óvart á okkum, at Sveinur fór við í X Factor, men vit frøast um, hvussu væl tað hevur gingið hjá honum. Vit eru spent, men vit hugna okkum eisini við X Factor, sigur Elgeir Olsen.
- Tað hevur verið styrki hjá Sveini, at hann hevur verið avslappaður um støðuna. Hann er bara glaður fyri, at hann er komin so langt. Fólk fylgja ótrúliga væl við, og tað er fløvandi at merkja áhugan og stuðulin frá fólki, sigur hann.