Boddam: Talan var ikki um eina ovurhonds trupla uppgávu, tá føroysku fótbóltskvinnurnar bastu Álandi á oyggjaleikunum.
- Vit væntaðu, at Áland fór at vera tað besta av mótstøðuliðunum, men vit vita sjálvandi ikki enn, hvussu væl Bermuda eru fyri. Tær rokna vit í øllum førum eisini við eru sterkar.
Men hetta liðið, sum tit spældu ímóti í dag tóktist ikki vera heilt so væl fyri, sum tað liðið var, ið tit hittu fyri fýra árum síðani.
- Tað vóru tær kanska ikki, men hinvegin, so koma vit betri ígongd í dag. Men tær fingu so eitt mál, men vit megnaðu so tíbetur at koma aftur. Og tær høvdu so eisini nakrar skjótar har frammi, sum tær royndu at spæla upp á við longum bóltum.
Spurd um spælið hjá føroyska liðnum, so helt Malena, at tað hevði verið á eini leið.
- Tað gekk hampuliga væl, men eg haldi ikki, at tað riggaði nóg væl í verjupartinum. Men sum dysturin leið, so gekk tað kortini betri.
Og málið, sum tú fekk. Har sá næstan út til, at tú var um at fáa ein skógv í høvdið. Er tað kanska ikki nakað, sum man hugsar, tá farið verður eftir bóltinum?
- Tað man vera so ofta, at eg havi fingið onkran snuddin, so tað hugsi eg als ikki um, segði Malena at enda.