Spenningurin økist í 1. deild

Spenningurin um seinna uppflytingarplássið í næstbestu deildini er øktur eftir dystirnar í gjár

Fult leikumfar varð spælt í næstbestu deildini í gjár. Eftir hetta umfarið er áhugavert, at úrslitini lagaðu seg soleiðis, at spenningurin um seinna uppflytingarplássið er øktur.

 

Í Sandavági var tað toppur, sum tók ímóti botni, tá ið 07 Vestur og B36 hittust. Ongin ivi var um, at 07 Vestur var stórfavorittur til hendan dystin, men knotur var í B36-leikarunum, sum ognaðu sær ein javnleik. Endaliga úrslitið gjørdist 2-2.

 

Hetta úrslitið var ein gáva til B68, sum á Svangaskarði tók ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Einans fýra stig skiltu hesi liðini undan dystinum, men B68 vann 1-0 við máli í seinna hálvleiki. Úrslitini hjá 07 Vestur og B68, sum stríðast um uppflyting, merkir, at bert tvey stig skilja hesi liðini á ávíkavist øðrum og triða plássi.

 

Skála er langt fremst í deildini, og tað er nærum ongin ivi um, at í 2016 spælir Skála í Effodeildini. Í gjár varð enn eitt fet tikið ímóti uppflytingini, tá ið Skála vann ein tryggan 4-0 sigur heima ímóti Víkingi.

 

Gongdin hjá teimum næstbestu hjá AB hevur verið sera góð í seinastuni, har liðið undan dystinum í gjár hevði vunnið seinastu fýra dystirnar. Í gjár kom tó stígur í, tá ið NSÍ kom á vitjan. Dysturin endaði 2-2.

 

Seinasti dysturin varð leiktur heima á Sandi, har B71 tók ímóti MB. Har gjørdist talan um sannan avsmurning. Dysturin endaði heili 11-0 til B71. Hetta var tap nummar níggju á rað hjá miðvingum.

 

Dystarhagtøl og stigatalvan í deildini síggjast niðanfyri.

 

07 Vestur-B36: 2-2 (2-2)

1-0: Holgar Durhuus, 28. 

1-1: Sjúrður Thomassen, 33.

1-2: Pætur Petersen, 39.

2-2: Høgni E. Nielsen, 41.

 

B68-KÍ: 1-0 (0-0)

1-0: Andrias á Líknargøtu, 63.

 

Skála-Víkingur: 4-0 (2-0)

1-0: Edvin Jacobsen, 19.

2-0: Brian Jacobsen, 28.

3-0: Uni H. Jacobsen, 61.

4-0: Brian Jacobsen, 76.

 

AB-NSÍ: 2-2 (0-1)

0-1: Petur Knudsen, 30.

1-1: Martin Midjord, 60.

2-1: Hørður Mohr, 83.

2-2: Hans Marius Davidsen, 87.

 

B71-MB: 11-0 (8-0)

1-0: Tummas Pauli Olsen, 3.

2-0: Rúni Høgnesen, 5.

3-0: Marcus Klementsen, 11.

4-0: Ari M. Olsen, 16.

5-0: Símun Hansen, 28.

6-0: Rúni Høgnesen, 37.

7-0: Høgni Midjord, 40.

8-0: Ari M. Olsen, 45.

9-0: Høgni Midjord, 56.

10-0: Gunnar Lydersen, 67.

11-0: Rani R. Nicolajsen, 94.

 

Stigatalvan í deildini kann síggjast HER.