Leygardagin verður fótbóltskappingin av fyri hesa ferð. Tá verður 27. og seinasta umfarið á skránni í Formula deildini. Í yngru deildunum vóru kappingarnar av fyri einum mánað síðani. Í lægru deildunum hevur verið greitt í nakrar vikur, hvør skal flyta upp, og nú er greitt, at B71 vann gull, AB silvur og LÍF bronsu í 1. deild.
Eingin niðurflyting verður úr lægru deildunum. Tað kemst av, at næstbesta deildini nú í heyst tódnaði úr tíggju og niður í átta lið.
Tá ið tað fyri tveimum árum síðani varð gjørt av, at kappingin skuldi leingjast úr 19 og upp í 27 umfør, varð víst á, hvussu keðiligt tað kundi fara at verða, um spurningarnir um gull og skreyt og niðurflytingar og uppflytingar vóru avgreiddir langt undan kappingarenda.
Nú royndin við longdu kappingini bara restar eitt umfar í at vera tvey ára gomul siga royndirnar, at tað á ongan hátt hevur gingið út yvir spenningin, at kappingin er longd.
Í fjør var spenningur um FM og niðurflytingina inntil síðsta sparkið í síðsta umfari. Soleiðis er tað eisini í ár. Úrslitini lagaðu seg soleiðis í 26. umfari, at tað undan leygardegnum, tá ið 27. og seinasta umfar verður á skránni, framvegis er møguleiki fyri, at HB so at siga á málstrikuni kann vinna fremsta plássið frá EB/Streymi, ið hevur verið oddalið alt kappingarárið. ÍF og B68 eru á niðurflytingarplássunum. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at annað av hesum feløgunum kann bjarga sær rættin at halda fram í bestu deildini, og at VB/Sumba skal flyta niður.
Toppurin
Leygardagin hevur EB/Streymur enn ein matchbólt. Samansetta liðið fer á Mølini at fáa vitjan av KÍ. Samstundis fer HB í Gundadali at spæla móti ÍF.
EB/Streymur er tvey stig og ellivu mál frammanfyri HB. Í gomlum hagtølum eru úrslit, sum siga, at HB fleiri ferðir áður hevur vunnið tvey sifraðar sigrar á ÍF. Í 2006 má tað roknast at vera uttanfyri veruleikan at kalkulera við hesum møguleikanum nú leygardagin, tá ið ÍF í Gundadali fer at stríðast fyri evarska lítla møguleikanum at varðveita sessin í bestu deildini.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eftir øllum sólarmerkjum at døma verður nóg mikið hjá EB/Streymi, um teir fáa eitt stig burturúr heimadystinum móti KÍ.
Klaksvíkingar tóktust týskvøldið so at siga at hava pakkað saman fyri í ár. Venjarin boðaði undan kappingarbyrjan frá, at KÍ fór at vinna okkurt í ár. Úrslitið higartil eru silvurkrónur í steypakappingini, sum sjálvandi smakka sera illa.
Tá ið KÍ leygardagin fer til Eiðis er motivatiónin hjá teimum at varðveita fjórða plássið og harvið at vinna rættin at spæla í Intertoto næsta ár og so at vóna, at teir við sigri á Eiði skulu vinna bronsumerkini, sum kortini ikki bera størri altjóða luttøku enn Intertoto við sær.
B36 hevur á bronsuplássinum 44 stig, og KÍ hevur á fjórða plássinum 42 stig. Málmunurin hjá B36 er +12, og hjá KÍ er hann +14. Eftir trivaliga sigurin í Klaksvík týskvøldið hevur GÍ á fimta plássi 41 stig og málmunin +6. Meðan KÍ fer at spæla á Eiði, fara GÍ og B36 at spæla í Sarpugerði. GÍ kann røkka sams stigatali sum B36, men bronsumerkini eru ikki so veruleikanær fyri gøtumenn, sum skulu vinna við fýra málum á B36, um teir skulu vinna bronsumerkini – sjálvandi treytað av at KÍ ikki fær fulla úrtøku á Eiði.
Silvur og bronsa og UEFA Cup og Intertoto eru eitt. FM og milliónin í europeisku meistarakappingini eru heilt nakað annað. Tí verða øll eygu leygardagin vend móti EB/Streymi á Mølini og HB í Gundadali. HB liðið hevur verið framúr í heyst, og í HB hava teir dugað sera væl at takla leiklutin, sum teir støðugt hava undirstrikað hevur verið, at teir taka ein dyst í senn, og at tað ikki er upp til teirra at gera lagnuna hjá EB/Streymi av.
Eitt sindur kostiligt er tað, at tað nú er upp til KÍ, sum HB kappast um flest FM heiti við, at vera við til at gera av, um gullið aftur í ár skal enda í Gundadali!
Botnurin
Sambært úrslitunum hesa ferð tykist NSÍ hava flutt fokus frá hesum kappingarárinum. Fleiri ungir spælarar fingu høvi at royna seg í Vági, har heimaliðið stríddist so mikið væl fyri lívinum, at VB/Sumba nú er omanfyri strikuna.
ÍF hevur 16 stig, B68 18 stig og VB/Sumba 19 stig. Støðan hjá ÍF tykist mest sum vónleys. Møguleikin hjá B68 er treytaður av, at toftamenn fáa fleiri stig í Runavík móti NSÍ, enn VB/Sumba fær á Skála. Málmunuirin hjá B68 er -22, og málmunurin hjá VB/Sumba er -49!
Spurningurin í hesum sambandi er, hvussu motivatiónin hjá Skála og NSÍ verður leygardagin. Týskvøldið vísti Skála framúr hugburð í 2. hálvleiki, tá ið teir megnaðu at koma afturíaftur og greiða javnleik eftir at B36 hevði verið frammanfyri 2-0. Við í ta myndina skal eisini takast, at VB/Sumba fleiri ferðir áður hevur staðið seg sera væl á Skála.
Undir øllum umstøðum er spenningurin stórur. Í fjør var síðsta sparkið á Skála avgerandi fyri, at TB og ikki GÍ flutti niður. Leygardagin fara spørkini á Skála og í grannastríðnum hinumegin fjørðin at hava stóran leiklut í avgerðini, um tað verða B68 ella VB/Sumba og kanska bæði hesi feløgini, sum næsta ár skulu spæla í Formuladeildini.
Alt er lagt upp til sera spennandi fótbóltsleygardag!










