Spennandi val í Svøríki í dag

Í dag er val í Svøríki, og sviar skulu avgera, hvør skal vera landsins leiðari komandi fýra árini.

 

Tað er lagt upp til eitt søguligt, spennandi og dramatiskt val, tí tað er so torført at meta um, hvørjir flokkar fara at skipa stjórn saman. Valið verður av nógvum norðurlendskum miðlum og viðmerkjarum umtalað sum ein sannur gysari.

 

Sambært svenska blaðnum, Expressen, eru tað týdningarmestu evnini til valið hesa ferð veðurlagsbroytingar og tilflyting.

 

Svøríkisdemokratarnir ota seg fram

 

Serliga tilflyting hevur fingið nógv uppmerksemi til hetta valið, og er tað flokkurin Sverigedemokratarna við Jimmie Åkesson á odda, sum hevur skapt nógv kjak í Svøríki.

 

Sverigedemokraterna vilja hava Svøríki úr ES, og so er flokkurin sera tilflytarakritiskur, og til donsk forhold kann flokkurin best samanberast við Dansk Folkeparti. 

 

Les eisini: Svenska kringvarpið tók frástøðu frá Svøríkisdemokratunum.

 

Sverigedemokraterna hava sambært fleiri veljarakanningum stóra framgongd og stendur til at fáa umleið fimtu hvørja atkvøðu. Tað sær verri út hjá Socialdemokratunum við Stefan Löfven, forseta, sum hevur eina afturgongd, hóast flokkurin enn er størstur. Moderaterna við Ulf Kristersson á odda liggja nøkunlunda javnt við Sverigedemokraterna.

 

Men eingin av hinum flokkunum vil samstarva við innflytarakritisku Sverigedemokraterna, so tí er ivasamt at meta um, hvør endar við at skipa stjórn, óansæð hvussu valið endar. 

 

Nógv hava longu atkvøtt

 

Sviar hava havt møguleikan at atkvøða áðrenn tíð síðan 22. august, og um middagsleitið í dag vórðu fleiri enn 2,6 milliónir atkvøður skrásettar, sambært Ritzau.

 

Valstøðini hava opið til klokkan 19 í kvøld, føroyska tíð, og svensku myndugleikarnir vænta at hava fyrstu úrslitini klár áðrenn klokkan 22 í kvøld.