Ferðavinna
Norrøna byrjar summarsiglingina úr Hanstholm leygardagin tann 19. mai. Útlitini fyri sumrinum eru hampilig, sigur Áki Jespersen, leiðari á ferðafólkadeildini hjá Smyril Line. Í ár er ein vøkstur í ferðafólkatalinum upp á eini átta-tíggju prosent í mun til í fjør.
Vøksturin stavar bæði frá útlendingum og føroyingum. Og talan er bæði um ferðafólk og bilar.
Av útlendingum eru tað serliga italienarar, sum bera tann stóra vøksturin í ár, sigur Áki Jespersen. Tað eru fólk, sum ferðast við campingbilum, sum koma í størri tali í ár enn undanfarin ár. Men eisini týskarar og fransar eru góðir kundar hjá Norrønu, sigur hann. Summasiglingin i ár byrjar eina viku seinni, enn hon gjørdi í fjør, og heldur á til tann 8. september, tá Norrøna kemur til Hanstholm á seinasta túrinum í summar.
Tá Norrøna fer í regluligu summarsiglingina, fer farmaskipið Claire, sum Smyril Line fyrr hevur leigað, at røkja farmarutuna.
Áki Jespersen sigur, at tað verða túrar í summar, har so nógvir bilar eru bookaðir á Norrønu, at hon klárar ikki at flyta allar. Men teir koma ikki at standa eftir kortini. Teir verða koyrdir umborð á Claire, sum fer nakrar tímar undan Norrønu úr Hanstholm og er í Føroyum eitt sindur fyrr enn Norrøna. Soleiðis fáa fólk sínar bilar við, hóat tey ikki fylgjast á sama skipi.
Danmark størst
Nógv tað størsta talið á ferðafólki er enn sum áður á Danmarkarrutuni. Eisini føroyingar ferðast mest til Danmarkar, sigur Áki Jespersen.
Danmark hevur eisini nógv tilboð, sum føroyingar, kanska serliga tey, sum ferðast við børnum, fara til. Eitt nú Danland, sum er at finna nógvastaðni. Eisini Lalandia á Lollandi, sum hevur eina rúgvu av møguleikum, og onnur slík ferðastøð eru nógv umhildin av føroyingum.
Hin vegin hevur tað gingið tyngri at fáa fólk at fara til líknandi støð í Norðurtýskalndi, sum Smyril Line eisini hevur havt tilboð uppá.
Annars er gongdin við at fara tann vegin, sigur Áki Jepsersen, at fólk velja at ferðast meira í egnum bili. Sonevndar bilferðir, har tey flyta seg stað úr stað.
Slíkar ferðir kunnu keypast lidnar hjá Smyril Line, ella fólk kunnu velja at fara avstað og so bara koyra hagar, teimum tykir frægast.
Hini londini
Hóast flestir føroyingar fara til Danmarkar, eru tað kortini tey, sum fara aðrastðani.
Noreg verður eisini væl vitjað av føroyingum. Men Noreg er eitt sindur øðrvísi frítíðarland enn Danmark, sigur Áki Jespersen. Í Noreg eru tað meira summarhús enn stóru íbúðarkompleksini, fólk vitja.
Tó hevur Smyril Line samstarv við eitt frítíðarstað í Gol í Hallingdalinum, sum minnir eitt sindur um tey donsku, tá hugsað verður um tilboðini til gestirnar. Tað tekur einar fimm tímar ella so at koyra úr Bergen til Gol.
Á Bergensrutuni eru eisini teir væl kendur Mini Cruise túrarnir hjá Smyril Line.
Eisini til Hetlands er møguleiki at fara bæði styttri og longri túrar. Shetland Cruise, har bíðað verður í Hetlandi, meðan Norrøna er í Bergen. Ella eisini longri túrar, sum Smyril Line kann skipa fyri. Gistingarmøguleikarnir eru góðir í Hetlandi, og hotellini eru á altjóða støði, sigur Áki Jespersen.
Hevur fólk so hug at fara víðari til Bretlands, er samstarv við ferjufelag úr Lerwick til Skotlands.
Áki Jespersen sigur, at komandi ár fer P&O Ferries, sum hevur røkt hesa rutuna, at gevast, og eitt nýtt felag fer at byrja við spildurnýggjum ferjum.
Eisini Ísland gevur góðar møguleikar at ferðast í, og fleiri velja eisini at fara tann vegin. Har er møguleiki at koyra runt landið á bussferðum, sum Smyril Line skipar fyri. Eisini er møguleiki at gista, sum einum lystir á hotelli, vallarheimi ella at fara á sonevndu bóndagarðsferiurnar. Eisini hesar møguleikarnar nýta føroyingar bæði einsæris og í bólki.
Og Føroyar
Men tað er ikki bara at senda fólk av landinum, tað snýr seg um hjá Smyril Line.
Incoming deildin á Smyril Line hevur samstarv við feløg sum Toru Turist og Mouritsens Bussar um ferðing í Føroyum.
Skipað verður dagliga fyri útferðum kring oyggjarnar. Bæði á sjógvi og landi.
Siglt verður ymsastaðni fram við landi, eins og koyrt, gingið og riðið verður, alt eftir hvussu ferðamaðurin ynskir at ferðast.
Eitt avgjørt aktiv í føroyskari ferðavinnu seinnu árini hevur verið Norðlýsið, sum Smyril Line eigur meirilutan í. Tað er partafelagið Útferðir, sums tendur fyri rakstrinum av Norðlýsinum.
Norðlýsið er seinnu árini marknaðarført úti í heimi, og er neyvan ferðamaður, sum kemur til Føroya, sum ikki kennir skipið, so ella so.
Smyril Line hevur eisini egnar gistingarmøguleikar í høvuðsstaðnum har felagið eigur Hotel Føroyar og Vallaraheimið Tórshavn við Oyggjarvegin.
Áki Jespoersen sigur, at Smyril Line eisini hevur eina rímiliga góða heimasíðu á Internetinum, har til ber at fara inn at hyggja, hvat felagið hevur at bjóða, og so bíleggja sær ferðina beinanveg.
Hann sigur, at tann møguleikan hava fleiri fólk úti í heimi nýtt. Hann nevnir eitt nú eystureuropearar og amerikanarar, sum hava funnið Smyril Line og Føroyar tann vegin og hava keypt sær ferð hendanveg av tí sama.
Summarfeðaætlanin komandi ár fer at líkjast teimum undanfarnu í stóran mun, sigur Áki Jespersen.
Men tá nýggja Norrøna kemur í 2003, verða møguleikarnir heilt aðrir, enn teir eru í dag. Tó ber ikki til at siga heilt greitt nú, hvussu tá fer at síggja út.
-Men spennandi verður tað, og okkurt fer at koma aftrat, væntar Áki Jespersen, leiðari á ferðafólkadeildini hjá Smyril Line.