Tað hevur ikki akkurát verið gamalt, at dystirnir hjá AB hava verið taldir ordiliga við sum grannauppgerðir í høvuðsstaðnum, tí vanliga hevur AB ikki ordiliga verið á sama stigi sum hini bæði størru feløgini. Men nú AB hevur bestu formkurvuna, er annað lag!
Gamaní, er B37 trý pláss og fimm stig fremri á stigatalvuni, men tann munurin kann lættliga minkað í dag, nú B36 í Gundadali tekur ímóti AB. Hinvegin kundi nógv peikað á ein javnleik, tí B36 hevur spælt níggju javnleikir í ár og AB fýra javnleikir á útivølli. Tá liðini møttust fyrr í ár í Gundadali, endaði tað eisini við javnleiki, 1-1, men á Argjum vann AB 3-2.
B36 hevði Hørð Askham og Gilla Sørensen í dysti á U21-landsliðnum, men annars skuldu allir verið væl fyri. Árstalsfelagið hevur staðið seg væl í síðstuni og vann trygt og greitt í Vágum sunnudagin, so árstalsfelagið er væl fyri í løtuna.
Sum sagt, hevur AB víst stórform í longri tíð, so liðið hevur bjargað sær úr niðurflytingarvandanum í fyrsta umfari, og til henda grannadystin hava argjamenn eisini allar mans tøkar.
Klokkan 15: B36-AB (Ransin N. Djurhuus)









