HB fær í annaðkvøld vitjan av VB/Sumba í Formuladeildini. Tá ið feløgini seinast spældu ímóti hvørjum øðrum, var tað í steypakappingini, og tá vann HB trygt. Eftirspælið hevði tó við sær, at HB varð dømt at tapa dystin, tí eitt spæliloyvi hjá teimum var ikki í lagi.
Nú spæla feløgini aftur ímóti hvørjum øðrum, og hesaferð verður dysturin avgjørdur á vøllinum.
HB hevur fingið styrk í enum nýggjum serbiskum spælara, sum fyrstu ferð var við sunnudagin. Hóast hann bert spældi ein hálvleik í Klaksvík, sannførdi Panic øll um, at hann verður ein fongur fyri HB-liðið. Roknað verður við, at Panic verður á vøllinum frá byrjan í kvøld.
Jákup á Borg hevur verið eymur í lúskuni eftir dystin í Klaksvík, og málmaðurin Bárður Johannesen hevur ein snudd í knænum, men teir verða báðir tøkir til dystin í morgin.
Hjá VB/Sumba er lagið munandi betur nú, enn tað var fyri tveimum vikum síðani. Einasta Suðuroyarliðið í Formuladeildini hevur vunnið sínar tveir seinastu dystir, og hóast uppgávan í Gundadali í morgin verður strævin, hava teir gott mót. VB/Sumba fer fullmannað til Havnar at dystast við HB.