- Eg ivaðist í fyrstuni, tí hetta var ein stór uppgáva. Tað sigur Eivør Pálsdóttir, sum var ein av 12 sangarum, sum danska bíbliufelagið heitt á um at syngja ein sang við teksti úr bíbliuni.
Úrslitið er tað, Eivør kallar ein kærleikssangur, sum er skrivaður út frá Sálmi 139, ørindi 1-18, ”Harri, tú meg rannsakar og kennir”.
Eivør hevur skrivað sangin, “You know me” við týðiligum samdømum úr hennara egna lívi.
- Teksturin er opin og kann bæði snúgva seg um viðurskiftini við Gud, men eisini um kærleikan millum tvey menniskju - tann djúpa kærleikan, sum kann rúma øllum brekum, sigur Eivør Pálsdóttir.
- Eg kenni evnið í tekstinum aftur frá mínum egna lívi. Vit hava jú øll veikleikar, vit helst ikki vilja vísa fram, men brádliga møta vit so einum, ið sær ígjøgnum maskuna, leggur hon afturat.
Hon heldur, at hetta var ein góð avbjóðing, sum var heilt øðrvísi enn nakað annað, hon hevur roynt. |
Hoyrið samrøðuna, vit gjørdu við Eivør við at trýsta á pílin undir myndini. o
Annars kann sangurin hoyrast við at trýsta HER og síðani at trýst á pílin undir myndini av Eivør.











