Spennandi nýggjár við politiskum avbjóðingum

Her á gáttini til nýggja árið sendi eg øllum føroyingum bestu nýggjárskvøður

Ein serlig heilsan til tykkara, ið stuðlaðu Sambandsflokkinum á fólkatingsvalinum og eisini mær persónliga.

Í mangar mátar byrjar nú eitt spennandi ár við nógvum møguleikum.

Nýggja Løgtingið fær møguleika at viðgera og samtykkja fleiri mál, ið kunnu flyta okkum væl fram á leið sum samfelag. Føroyar mugu rætta kós við í størri mun at koma sær upp í altjóðagerðina og venda henni til egnan fyrimun. Eisini skulu bleyt virði sum t.d. útbúgving, trivnaður og livikor sum heild raðfestast hægri enn asfalt og beton.

Á Fólkatingi er avbjóðingin at samstarva við hegni, so vit í Føroyum fáa ítøkilig úrslit burtur úr tí, sum Ríkisfelagsskapurin bjóðar okkum, ið eru partur av honum.

Eitt stórt nýggjársynski er, at veljarar til løgtingsvalið tann 19. januar 2008 lata vit og skil ráða og tí velja Sambandsflokkin. Í flokkinum hava vit dirvi at stýra Føroyum búskaparliga sunt, so pláss verður til at styrkja bleytu virðini.

 

Við bestu nýggjárskvøðum