Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk í Mykinesi sleppa til konsert. Men tað sleppa tey kortini í kvøld.
Henda konsertin verður hildin í sambandi við konsertferðina kring landið, nevnd Summartónar.
Undanfarin ár hava eisini konsertir verið hildnar her, og í kvøld klokkan 21 verður aftur høvið hjá bygdarfólkinum at hoyra føroyskar og útlendskar tónleikarar.
Sambært skránni fyri hetta spennandi og víttfevnda tónleikatiltak er tað bólkurin John Nugent & Yggdrasil ið fara at spæla.
Í hesum bólki spæla John Nugent á saxofon, Angelika Nielsen á violin, Kristian Blak á piano og sørvingurin Holgar Jacobsen á guitara.
Hugsandi er, at fleiri enn bygdarfólkið í Mykinesi hava møguleika at fara til hesa konsertina. Uttan iva eru fleiri ferðafólk í oynni í dag, og fáa tí eitt ein gyltan møguleika at fáa eina eyka uppliving á ferðini.










