Spennandi í Klaksvík

Bert tveir dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum

SÍ tók seinasta sunnudag eitt stórt fet móti FM-heitinum, tá ið teir vunnu ein tryggan sigur á nærmastu kappingarneytunum úr Mjølnir.

Havnarmenn vitja í Klaksvík
Sørvingar fáa sunnudagin vitjan av botnliðnum Fram, og tað er lítið at ivast í, at SÍ má metast sum stórfavorittur til at vinna dystin. Gamaní hevur Fram fleiri góðar spælarar, men enn hava teir ikki fingið tað heilt stóra burtur úr í ár.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum verður í Klaksvík, har Mjølnir fær vitjan av Fleyr. Hesin dysturin millum teir báðar gomlu arvafíggindarnar í føroyskum flogbólti kann gerast rættuliga spennandi, tí Fleyr við einum sigri kann av álvara fara at hótta silvurplássið hjá klaksvíkingum.
Spurningurin er eisini, um Mjølnir fær reist seg eftir ósigurin í Sørvági seinasta sunnudag, tí tað var ein dyggur smeitur fyri klaksvíkingar.