Spennandi handil í nýggum hølum

Leygardagin 5. november letur handilin Listir upp í nýggjum stað, í Gríms
Kambansgøtu 17 í Havn.
Eigari, nú handilin letur upp aftur, er Árna Helmsdal, sum var ein av
stigtakarunum og eigarunum, tá ið handilin helt til í Bøgøtu 2. Hon er farin
í farloyvi úr fasta starvi sínum í Kallkyn og savnar seg nú um Listir.
Arbeiðiði við handlinum, og at framleiða egnar vørur at selja, verður
fulltíðarstarv hennara eina tíð framyvir.

Sjálv bindur, tøvir og seymar Árna Helmsdal til handilin. Hesum hevur hon
fleiri ára royndir í. Tá ið hon búði í Álandi fyri nøkrum árum síðani, gekk
hon á Ålands Hantverkskola, har hon tók eina tvey ára útbúgving í
listahandverki við denti á tekstil.

-Hetta er sum ein dreymur, ið er vorðin veruleiki, at lata upp ein handil
við listahandverki, sigur 33 ára gamla Árna Helmsdal úr Havn.

Tilfarið til handilin kemur frá ymsum fólkum kring landið, ið fáast við
listahandverk og brúkslist, m.a. frá fyrrverandi starvfelagum í Listir:
Hildur Hermansen, ið ger keramik. Elspa Petersen, ið tøvir ull og seymar
pløgg, og Guðrið í Stórustovu og Jóna Dalsgarð frá Gíggj, ið serliga gera
barnaklæðir.

Onnur, ið selja lutir gjøgnum handilin eru t.d Elisabeth og Páll
Ellingsgaard av Eiði, ið gera glarlist, og millum teir nýggju veitararnar
finna vit t.d. Ásu Hátún, Guðrun Eltør, ið ger klæði úr tøvdari ull, og
Rasmus Nygaard, sum ger smúkkur úr horni.

Øll er hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið, tá handilin fyrstu ferð
letur upp í nýggju hølunum leygardagin kl. 14-17.