Spennandi í Gundadali

Av teimum báðum kvinnudystunum, sum fríggjadagin vórðu leiktir í Gundadali, var størsti spenningurin millum HB og VB, men eisini noyddist KÍ at stríðast fyri sigrinum á B36


 

fótbóltur


Bæði havnarliðini í fremstu kvinnudeildini áttu heimadyst um vikuskifti. Á ovara vølli tók HB móti VB, meðan B36 kvinnurnar á niðara vølli tóku ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík.


VB misti sigurin

Serstakliga í dystinum á ovara vølli var spenningurin stórur. Talan er helst um tey bæði liðini, sum í heyst fara at kappast um silvurmerkini, og hóast dysturin ikki var av teimum best spældu, so var spenningurin stórur meginpartin av tíðini.

Tað var HB, sum kom best frá byrjan, og tað vóru bert lidnir fáir minuttir, áðrenn tær høvdu lagt seg á odda. Hetta tók tó á ongan hátt mótið frá VB-kvinnunum. Heldur treiskaðust tær, og spakuliga fingu tær eisini yvirvág í spæli.

Tað eydnaðist teimum eisini at vinna seg upp á javnt nakað fyri hálvleik við einum máli frá altíð vandamiklu Halldóru Joensen, og um miðjan seinna hálvleik komu tær eisini á sigurskós, tá Rini Mørk var seinast á bóltinum.

Frøin á vágskvinnunum vardi tó ikki leingi, tí bert ein minutt seinni hevði Vivian Thorleifsson javnað, og eitt lítið korter fyri leiklok fekk HB sigursmálið, ið tó var eitt sjálvmál frá VB.


Landskappingin útsett

Hin dysturin í Gundadali var ikki í landskappingini. B36 og KÍ spældu fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, og landskappingardysturin teirra millum, sum annars skuldi spælast dýra biðjudag, er fyribils útsettur.

Dysturin gav annars ábendingar um, at B36 møguliga er í ferð við at reisa seg eftir ein laka byrjan. KÍ vann dystin 2-0, men munurin hesa ferð var als ikki so stórur, sum hann var, tá liðini hittust í fyrsta umfarinum í landskappingini. Ta ferðina vann KÍ heili 6-1. Við sigrinum setti KÍ at kalla annan fótin í finaluna, og stevna tær sostatt framhaldandi móti næstu greipu síni. Rannvá Andreasen skeyt annars málini hjá KÍ í dystinum, og var talan í báðum førum um mistak í B36 verjuni.


HB - VB 3-2 (1-1)

06: 1-0 Kristina Eyðbjørnsdóttir

33: 1-1 Halldóra Joensen

70: 1-2 Rini Mørk

71: 2-2 Vivian Thorleifsson

76: 3-2 Sjálvmál


Máltindurin

Malena Josephsen KÍ 5

Halldóra Joensen VB 4

sjálvmál 4

Eyðfríð Kristiansen HB 3

Súnfríð Simonsen B36 2

Kristina Eyðbjørnsdóttir HB 2

Rannvá Andreasen KÍ 2

Vivian Bjartalíð KÍ 2

Marita Joensen VB 2

Sólvá Joensen B36 1

Annika Godtfred HB 1

Lydia Vesturtún HB 1

Vivian Thorleifsson HB 1

Bára Skaale KÍ 1

Elsa Maria Simonsen KÍ 1

Rini Mørk KÍ 1