Fólkafundurin: Blái Krossur Føroyar valdi aftur hesaferð at taka lut á Fólkafundinum.
Rás2/in.fo fekk orðið á aðalskrivaran, Frants Jensen, sum varð nøgdur við undirtøkuna á Fólkafundinum, har Blái Krossur fekk høvið at kunna fólk um arbeiði hjá Bláa Krossi at hjálpa teimum, sum dragast við rúsdrekka og rúsevni, og ikki minst at hjálpa teimum avvarðandi hjá teimum, sum dragast við rúsdrekka og rúsevnistrupuleikar.
Frants Jensen sær fram ímóti einum spennandi framtíðarperspektivi hjá Bláa Krossi. Ungdómsarbeiðið er í menning, og komandi ár letur nýggja viðgerðarheimi á Nesi upp.
Undir myndini, sum er av heimasíðuni blakross.fo ber til at hoyra samrøðuna vit gjørdu við Frants Jensen.