Seinni í dag fæst at vita, hvør skal taka við sum formaður í bretska arbeiðaraflokkinum eftir Gordon Brown, sum legði frá sær eftir valósigurin hjá flokkinum fyri fýra mánaðum síðani.
Tann 45 ára gamli David Miliband, sum var uttanríkisráðharri hjá Brown, hevur leingi verið umrøddur sum komandi floksformaður, men í seinastuni hevur hann fingið kapping frá yngra bróðuti sínum, tí 40 ára gamla Ed Miliband, sum var umhvørvis- og veðurlagsráðharri.
Labour hevur landsfund í Manchester um vikuskiftið, og úrslitið av formansvalinum verður kunngjørt har seinni í dag, áðrenn sjálvur landsfundurin verður settur.
Tey seinastu tíðindini úr Bretlandi siga, at sambært uppteljingini higartil fer Ed Miliband at vinna formansvalið, men hesi tíðindini eru ikki váttað.










