Hetta er ein dagur, har úlvaungar úr øllum landinum eru bodnir til ein hugnaligan dag, sum vónandi eydnast væl eisini til veður.
Dagurin byrjar kl. 9 á morgni við morgunábiti, og síðani verður hildið á við ymiskum virksemi til seint seinnapartin. Tá endar tiltakið við einum stórum legubáli við bátahylin, har úlvarnir fara at hugna sær og fáa okkurt gott afturvið til matna.