Speki fyrilestrar byrjaðir aftur

Fróðskaparsetur Føroya er aftur farið undir almennu fyrilestrarnir,sum verða gjørdir til sjónvarpssendingar. Skúli, eitur og barnasálarfrøði eru nøkur av evnunum Kanningar hjá Gallup vísa at á leið 7000 fólk hyggja eftir fyrilestrunum.

Klokkan trý í dag er áhugaverdur fyrilestur við Fróða Debes um sálarfrøðiligu barnakanningarnar, sum eru gjørdar í nógv ár.

Fróði Debes er sálarfrøðingur og starvast niðri.

Fyrilesturin snýr seg millum annað um: Hvat siga barnakanningarnar? Um metodiskir spurningar. Um intelligens: Hvat er arvaligt, og hvørja ávirkan hevur umhvørvið?

Í morginárini klokkan 11 verður fyrilestur við Lis Mortensen og Gunnar Bjarnason um erosión í haganum: Í fyrilestrinum verður víst á, hvussu ein bóndi ella hagavallari kann síggja ábendingar um, at hagin verður ov hart bitin av seyði.

Seinnapartin í morgin klokkan eitt hevur Maria Dam fyrilestur um umhvørviseitur í Føroyskum mati við fokus á grind og sjófugl.

Og klokkan trý í morgin hevur Firouz Gaini

fyrilestur um skúla og læring.

Fyrilesturin hyggur fram í tíð og lýsir viðurskifti, ið fara at seta sín dám á skúla, útbúgving og læring í Føroyum komandi árini. Serliga verður hugt at vitan, førleika og sosialum kapitali.

Fyrilesturin er eitt íkast til kjakið um føroyska skúlan og PISA-kanningarnar. Høvuðsspurningurin er her: Ynskja vit at fáa eitt ?vitanarsamfelag??

Fyrilestrarnir eru í Vinnuháskúlanum