Okkara lið á Special Olympics í Kina má sigast at hava klárað seg sera væl.
Í øllum regninum og vindinum hevur tad eydnast teimum at vinna enn fleiri heiðursmerki heim.
Tann 07.10., vunnu tey 2 gullheiðursmerki afturat. Ragnvaldur vann sína kapping i 100 m bringu vid tíðini 1.19,96, og var hetta føroyskt met.
Apolonia vann somuleiðis sína kapping, sum var 200 m blandað. Tey bæði vóru sum vera man sera glað, tá ið tey komu aftur á hotellið aftaná ein langan dag i svimjihøllini.
- Aftaná langir dagar, har tey hava verið í sving í nógvir tímar, koma luttakararnir aloftast sera glað heim á hotellið, veit Mariann Øster, ið er leiðarin á túrinum, at siga frá.
Í gjár, 08.10., vóru aftur finalur i svimjing á skránni. Ragnvaldur skuldi svimja 200 m bringu, og Magnus svam 50 m rygg. Og aftur her vunnu vit tvey heiðursmerki. Ragnvaldur vann gull vid tíðini 2.56,94, og setti hann enn einaferð føroyskt met.
- Tað var sera flott at síggja hann svimja næstan uttan kapping fra hinum i hylinum, fortelur Mariann. Ragnvaldur er nu liðugur við sína kapping, og ikki kann sigast annað enn, at hann enn einaferð hevur víst, hvør hann er og hvat hann megnar í hylinum. Hann fekk 2 gull og eina silvur til hesar leikirnar.
Magnus svam eisini sína síðstu kapping í dag, sum var 50 m rygg. Her eydnaðist honum at vinna eitt silvurheiðursmerki. Magnus hevur ment seg ótruliga nógv síðsta árið, og Mariann sigur at tað hevur verið ein sonn fragd at síggja hann kappast vid allar hinar um heiðursmerkini.
Og sigast má, at hann hevur veruliga hevur uppiborið bronsuna og silvurið, sum hann hevur við heim frá hesum leikunum.
Í dag, 09.10., eru sídstu kappingarnar í svimjing á skránni. Apolonia og Halla skulu bádar svimja finalu i 200 m fri, og møguleiki er fyri at vinna tvey heiðursmerki afturat i svimjing.
Frælsur ítróttur
Frælsur ítróttur byrjadu sínar kappingar 06.10.. Men orsakad av ódnini, sum hevur herjað yvir Kina í gjár og í dag, so blivu allar kappingar avlýstar. So tey fáa ein sera strævnan dag í dag. Tí í dag skulu tey nevnliga bæði gjøgnum tær kappingar, sum skuldu vera i gjár, umframt tær finalur, sum skulu vera i dag. Men vónirnar fyri at vinna heiðursmerki eru góðar.
Vit lova sjálvsagt at fylgja kappingunum í frælsum ítrótti upp, og koma eisini við eini samandrátti
Samanumtikið, so hava hesir Special Olympisku leikirnir verið heilt fantastiskir. Íðkararnir hava verið fyrimyndarligir, og tað, at tey eisini hava megnað at vinna so nógv heiðursmerki er út yvir alt tað, sum kundi væntast av teimum. Hesi fólk eru veruliga ein sera sera gód fyrimynd fyri allar Føroyar, og hava tey enn einaferð megnað at sett Føroyar á heimskortið, tí sum skilst úr Kina, so hava nógv runt alla verðina lagt merki til, at vit hava eitt sera sterkt Special Olympiskt Team.