Orkusparing
Sørvági:Tey hava spart pengar í Sørvágs Skúla seinastu árini. Nógvar pengar. Ikki færri enn 824.842,- krónur høvdu havt verið brúktar fleiri til el og olju, um ikki ein íløga upp á hálvtannaðhundraðtúsund krónur varð gjørd í 1991.
Tíðliga í 1991 fekk Sørvágs skúli eitt teppi, sum lagt varð oman á svimjihylin, tá hann ikki varð brúktur, greiðir Hanni Olsen, skúlatænari frá. Hetta skuldi gera, at hitin, sum annars dampaði úr hylinum, eitt nú um náttina, varð verandi í vatninum.
Úrslitið lat ikki bíða eftir sær, sigur hann. Skúlatænararnir høvdu framman undan fylgt við, hvussu til stóð við oljunýtsluni. Og eftir at teppið varð lagt á, »kavaði« nýtslan í hylinum. Í februar 1991, tá teppið varð keypt, var oljunýtlan 8.006 litrar. Men longu í mars var hon niðri á 6.572 litrum.. Neyvu tølini eru løtt at finna fram til, tí liturmálari er settur á tilføringsrørið til oljufýringina, og skrivað verður trúliga upp á álmanakkan á vegginum, hvønn morgun fyrsta skúlatænararnir møta til arbeiðis.
Tað stóra talið, teir eru komnir fram til, greiðir Hanni Olsen frá er roknað sum eitt meðaltal í mun til ta nýtslu, sum var árini frammanundan teppinum, og sum hevði hildið fram, um tað ikki varð lagt á.
Men ikki bara olja er spard í Sørvágs skúla hesi árini. Eisini el- nýslan er minkað munandi, greiðir skúlatænarin frá. Tí eisini í 1991 varð gjørt av at skifta vanligu perurnar um við spariperur. Og eisini har er sparingin heilt stór. Ikki færri enn 61.584 kilowattímar hava tey spart hesi árini.
Tey høvdu roknað við at skula skifta umleið 40 perur um árið. Men har fingu tey ein eykavinning, sum vil nakað, sigur skúlatænarin. Tí bara níggju perur, alt í alt, hevur verið neyðugt at skift øll hesi árini.
Teppið í svimjihylinum hevur eisini gjørt, at motorarnir, sum reka ventilatiónsskipanina í skúlanum, heldur ikki eru so nógv í gongd, sum teir vóru áðrenn teppið varð lagt á. Eisini har er spart munandi. Tilsamans 52.752 kilowattímar.
?Alt í alt er orkusparingin í krónum hesi 12 árini heilar 824.842,- krónur, sigur Hanni Olsen. Tað er 68.736,- krónur um árið.
Sjálvandi skal roknast við íløguni til teppið og spariperur. Tann íløgan varð samlað 180.000,- krónur. Men kortini loypa so góðar 644.000,- krónur av hesi árini, vísir hann á.
Sørvág skúli skifti í fjør vindeygu fyri 309.000,- krøonur. Eisini tey fara at virka orkusparandi, nú termorútar eru komnir í staðin fyri gomlu vindeyguni, sum vórðu sett í, tá skúlin varð bygdur í1957. Einar 7.000 litrar árliga, meta tey, at tann sparingin kann gerast til.
?Men við hesi stóru sparingini, vit hava havt, kunnu vit gott siga, at vindeyguni hava vit fingið ókeypis, sigur skúlatænarin. Og hann heldur fram, at tað ber eisini til at siga, at nýggi tilbygningurin, sum varð liðugur í 1989, ongan litur av olju hevur brúkt.