Ein nýggjársveitsla í Havn endaði við, at ein ungur maður fekk stóran skaða í andlitið og lá á sjúkrahúsinum í fleiri dagar.
Alt byrjaði við, at nakrir vinmenn høvdu sitið og ballast, og teir vóru rættiliga fullir, tá ið teir fóru víðari í býin.
Tá ið teir komu fram við einum øðrum balli, stóðu fólk í túnum og bjóðaðu teimum inn.
Tann 23 ára gamli ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann sá eina gentu standa og keglast við ein mann, sum tosaði eingilskt. Løtu seinni bað hon tann ákærda hjálpa sær at fáa hin mannin út, tí hann var so keðiligur og við tað óynsktur.
Óynskti gesturin fór útum, men har fór hann aftur at skeldast við gentuna, sum hann so sló.
Øll í ørviti
- Tá tók eg í hann, blakaði hann niður og sparkaði eftir honum, men tað var ikki ætlanin at raka mannin í andlitið, segði tann ákærdi maðurin.
Hann mintist tað ikki sjálvur, men hann má hava rakt hann í andlitið.
Vinmenninir fóru víðari, men tá kom politiið og bað um nøvn teirra.
Ákæruvaldið hevði biðið nakrar av vinmonnunum koma at vitna, men har var lítið meira at fáa at vita, teir bæði høvdu teir verið fullir, og nakrir høvd als ikki sæð tilburðin.
Sparkaði maðurin mintist heldur ikki alt, tí hann hevði eisini drukkið nógv nýggjársaftan.
Hann mintist bara fotin, hann fekk í andlitið, einki andlit.
Hann helt seg hava mist vitið, tá ið hann varð sparkaður. Hvussu hann var komin á føtur, visti hann ikki.
Tað eydnaðist honum sjálvum at koma heim, har konan ringdi eftir hjálp, tí hann bløddi illa í andlitinum.
Stóran skaða
Sjúkrabilarnir høvdu nógv at gera, og tí koyrdi konan mannin út á Landssjúkrahúsið.
Maðurin fekk rættiliga stóran skaða av sparkinum, fleiri beinbrot í andlitið.
Sálarliga hevði hann havt tað ringt aftaná, hevði illa torað at fara út, og hann hevði verið hjá sálarfrøðingi.
Verjin hjá manninum bað um at geva manninum mildastu revsing, tí hann var givin við tí villa lívinum, arbeiddi, hevði ætlaninir um at fara at fáa sær hægri útbúgving. Eisini skuldi hann vera pápi.
Men dómarin vildi geva manninum reytaðan dóm. Hann hevur áður fingið treytaðan dóm fyri harðskap, og tá hann nú gjørdi tað aftur, má hendingin revsast.
- Hatta hevur verið eitt hart spark, og tað er sera vandamikið, segði dómarin, sum ikki helt tað vera nakra umbring, at tann ákærdi ikki hevði ætlað at skatt hon mannin so.