Sparingin fer helst at kosta landinum meir í hinum endanum

? Tað kostar at seta eina økisterapi í verk, men eg ivist ikki í, at tað fer at spara landinum nógvan pening í hinum endanum, sigur Karin Djurhuus, fysioterapeutur

Økisterapi

? Tað er ógvuliga harmiligt, at ætlanin um økisterapi er løgd á hyllina.
Karin Djurhuus er fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum. Í síni tíð var hon eisini nevndarlimur í felagnum hjá fysioterapeutum og tá legði hon nógva orku í at fáa ætlanina um økisterapi setta í verk.
Tí harmar tað hana almikið, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, nú hevur gjørt av at leggja ætlanina um økisterapi í dvala.
Hann sigur, at nú búskaparliga støðan er farin at versna, vil hann heldur raðfesta grundtænastuna hjá heimarøktini. Somuleiðis hevur hann víst á, at heimarøktin ikki so frægt sum klárar at veita sínar grundleggjandi tænastur og tær vil hann hava at virka, áðrenn nýggjar tænastur verða settar í verk.
Ert tú samd í, at reingerð er ein grundleggjandi tænasta hjá heimarøktini?
?Eg vil treyðugt úttala meg um starvsøkið hjá øðrum. Men eg sigi fyri meg, at hevði eg tørv á røkt, vildi eg heldur fingið fólk heim til mín at vant meg í at gingið trappur, heldur enn at fingið eina fólk inn at gjørt reint. Fekk eg venjing at klára meg sjálv, kundi eg kanska enntá gjørt reint sjálv, sigur Karin Djurhuus.
Tí vónar hon inniliga, at gongd skjótt kemur á aftur ætlanina at seta økisterapi í verk, hóast royndirnar vísa, at kemur fyrst steðgur í, kann tað vera trupult at fáa gongd aftur á eitt mál.
Serliga hørm eru tey um, at ætlanin er steðgað, nú hon so smátt varð sett í verk.
? Økisterapeutar eru settir á Sandi og tað var lýst eftir terapeutum aðrastaðni við og onkustaðni var tað enntá komið so langt, at setanarsamrøður skuldi vera við umsøkjarar, tá ið løgtingsvalið varð útskrivað og alt steðgaði.

Ein sparing sum kostar
Karin Djurhuus dugir sjálvsagt væl at síggja, at talan er um eina sparing.
? Men hetta er ein sparing, sumuttan iva kemur at kosta meir í hinum endanum, sigur hon.
Hon sigur, at sjálvsagt kostar tað at seta eina nýggja tænastu í gildi.
Men hon ivast ikki í, at verður økisterapi innan fysio- og ergoterapi sett í verk um alt landið, fer tað at spara landinum enn meiri pening í sjúkraviðgerð og røkt.
Endamálið við økisterapi er at geva fólki fysio- og ergoterapi heima við hús kring um í landinum.
?Tá ið fólk verða útskrivað av sjúkrahúsi eftir skaða ella sjúku, sum ger, at tey hava tørv á røkt heima, ella sum hevur gjørt, at tey meiri ella minni hava mist førleikan, kunnu økisterapeutarnir ganga inn til teirra at viðgerða tey. Somuleiðis kunnu terapeutarnir verða viå til at leggja eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram fyri at tey skulu klára seg so væl sum gjørligt heima.
? Økisterapeutarnir kunnu viðgerða hesi fólkini heima so at tey skjótari vinna førleikan aftur, ella í hvussu so er, ikki missa enn meiri av teirra førleika.
Karin Djurhuus sigur, at hetta kann gerast saman við heimahjálpunum.
Men endamálið er eisini at hjálpa teimum avvarðandi, so at tað verður lættari at vera um tann røktarkrevjandi.
?Endamálið er at venja tey, sum koma illa fyri, at klára seg sum longst í egnum heimi. Talan kann verða um grundleggjandi førleikar, eitt nú at ganga upp og niður ígjøgnum trappur, at reisa seg upp úr einum stóli og annað grundleggjandi.
?Vit eru heilt sannførd um, at koma terapeutar upp í, verður tað nógv lættari, bæði hjá heimahjálpum og avvarðandi, at vera um tann, sum krevur røktina.
?Men so er tað sjálvsagt eisini ein spurningur um at hækka lívsdygdina hjá teimum, sum koma illa fyri.
? Harumframt ivast vit ikki í, at hetta fer at føra til, at mál fara at verða skjótari avgreidd, enn tey hava verið, tí tað verður styttri ímillum brúkaran og tann, gevur ráð og vegleiðing.

Ikki meiri enn næstbest
Karin Djurhuus sigur, at á sama hátt kunnu økisterapeutarnir verða við til at hjálpa teimum, sum enn hava ein førleika, at varðveita hendan førleikan við at gera venjingar við teimum og at halda teimum í sving.
Økisterapeutarnir hyggja eisini at arbeiðsumstøðunum hjá teimum, sum skulu røkta fólk heima og kunnu koma við tilmælum um broytinga og ábøtur fyri at gera tað lættari. Talan kann bæði verða um at broyta innrættingina í heiminum ella um at útvega serlig tól, sum gera gerandisdagin lættari.
? Ongantíð betri um økisterapeutarnir eisini høvdu eitt úrval av teimum einfaldastu hjálpitólunum, sum tey kundu latið brúkarum eftir tørvi.
Eitt er, at fólk fáa fysioterapi á sjúkrahúsum og hjá privatum viðgerðarum kring landið. Men tað er ikki meiri enn næstbest, tí tað, sum hevur størstan týdning, er at venja tey heima við hús og at fylgja teimum upp alla tíðina.

Niður við flagginum
Karin Djurhuus sigur, at vit hava ofta lyndi til at samanbera okkum við donsku oynna Borgundarhólm, tí fólkatalið er áleið tað sama.
Á Borgundarhólmi hava tey 27 terapeutar kring um í oynni. Í Føroyum hava vit tveir á Sandi, tað er alt.
Fysioterapeuturin sigur, at verður ein slík tænasta sett í verk, fer tað uttan iva at føra við sær, at fólk verða styttri á sjúkrahúsi, bæði tí, at fólk kunnu útskrivast fyrr og tí at tað verður ikki neyðugt at leggja so nógv fólk inn.
?Samstundis vita vit, at ein song á sjúkrahúsi er tann dýrasta loysnin av øllum, men samstundis fer tað eisini at frígeva sjúkrahússengur til tey, sum veruliga hava tørv á at verða innløgd og sum nú standa á bíðilista.
? Tað fer uttan iva eisini at spara røktarheimpláss, tí fólk koma at klára seg longri heima.
? Men samstundis ger ein slík tænasta, at tað verður lættari hjá teimum, sum vara av røktarkrevjandi fólki, tí tað at verða um ein røktarsjúkling, fær nógv avvarðandi niður við flagginum og tað er væl skiljandi, tí tað er ómetaliga tungt, sigur Karin Djurhuus.
? Vit hava í nógv ár havt til endamáls, at fólk skulu kunna vera heima sum longst. Men so mugu vit eisini laga tað soleiðis, at tað ber til at vera heima, sigur Karin Djurhuus.