Sparingar á Landssjúkrahúsinum - eykaútreiðslur fyri samfelagið

Nú árið er farið at líða, skal tað aftur sparast á Landssjúkrahúsinum, tí at játtanin ikki heldur. Leiðslan hevur meldað út, at hetta kemur at merkjast fyri sjúklingarnar við tað, at virksemið verður skert, og tað merkir, at færri sjúklingar fara at verða viðgjørdir og at harvið verða bíðilistarnir enn longri.
Fyri samfelagið merkir hetta, at sjúk fólk, ið kundu fingið viðgerð og farið aftur á arbeiðsmarknaðin, ístaðin verða sjúkrameldað longri enn neyðugt og hervið økjast útreiðslurnar hjá almannastovuni til dagpening. Orsakað av sparingum eru nakrar deildir stongdar partar av árinum og her eru dømir um, at viðgerðir eru útsettar, ið viðføra, at sjúklingar ganga sjúkrameldaðir fleiri mánaðar longri enn neyðugt.
Hetta er tað, vit í dag hava at bjóða okkara borgarum, tí at játtanin hjá sjúkrahúsinum skal haldast, men tað at vit brúka peningin til sjúkradagpening ístaðin, verður tað góðtikið.
Men álvaratos, um sjúklingarnir ikki fáa neyðugu viðgerðina nú, so koma teir aftur seinni, eftir at hava gingið sjúkir óneyðuga leingi, so her má sigast, at fyri samfelagið verður spart eftir reyv.
Vit mugu finna eina virðiliga loysn fyri allar partar, tí hetta er ikki tað, vit kunnu bjóða borgarunum í einum vælferðasamfelag, ið vit vilja verða ein partur av.