Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, verður 50 ár mánadagin 13. oktober 2003.
Hann er ein av tveimum stjórum í Sparikassanum. Bjarni Olsen gjørdist stjóri í Sparikassanum í 1999 samstundis, sum Marner Jacobsen gjørdist forstjóri. Undan hesum var Bjarni stjóri á Hagstovu Føroya í 10 ár.
Eisini er Bjarni Olsen væl kendur sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, eins og hann hevur verið skrivari í Fíggingargrunninum. Sparikassa-stjórin er útbúgvin
scient.oecon.
Bjarni Olsen er giftur og hevur trý børn. Hann er føddur í Miðvági og er búsitandi í høvuðsstaðnum.
Í sambandi við runda føðingardagin bjóðar Sparikassin til móttøku á høvuðsskrivstovuni Yviri við Strond 2 á sjálvum føðingardegnum. Móttøkan verður mánadagin í tíðar-skeiðinum kl. 15-17.










