Sparikassastjóri eftirlýsir dygdargott kjak

Vit mangla seriøst kjak um búskapin. Serfrøðingar finnast ov lítið at, og tí sleppa politikarar at brúka búskaparlig hugtøk, sum teimum lystir. Hetta sigur sparikassastjóri Í tíðargrein í Sosialinum í kvøld viðger Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, føroyska samfelagsbúskapin og tað tómrúm, sum politiskar avgerðir verða tiknar í.

Samfelagsbúskaparliga kjakið fer í dag fram millum politikarar, sum nýta búskaparlig hugtøk til at leggja fram teirra politisku argumentir, sigur Søren Bruhn í grein síni, Eru vit á eggini?

- Búskaparligu greiningarnar eru mangan ófullfíggjaðar, tí argumentini eru politisk, og snúgva seg meiri um ? sum eisini er væl skiljandi ? at vísa, at sitandi landsstýri er ábyrgdarleyst ella hinvegin, at landsstýrið hevur styrkt útboðið av arbeiðsmegi við at lækka persónssskattin.

Hvar er kjakið hjá búskaparfrøðingum um føroyska búskapin?

Hvar er kjakið hjá búskaparfrøðingunum um førda fíggjarpolitikkin?

Spyr sparikassastjórin.

Hann sigur, at tað kanska passar politikarum væl, at grundleggjandi hagtøl um føroyska búskapin mangla

- Búskaparráðið og Landsbankin koma við sínum góðu greiningum, men báðir stovnar hava avmarkaðir resursir.

- Økið hevur ikki høga politiska raðfesting, møguliga tí at fleiri upplýsingar og meira vitan høvdu sett munandi størri krøv til politikkarnar um at vera ábyrgdarfullir ? óansæð um teir sótu í landsstýri ella í andstøðum, staðfestir Søren Bruhn.

Hann heldur tað vera ótrúliga týdningarmikið, at onnur enn andstøðan fyrihalda seg kritiskt til førda búskaparpolitikkin, tí ein góð stýring er altavgerandi fyri eina sunna og støðuga samfelagsmenning.

Sí annars greinina í blaðnum í kvøl