Í Italia hevur stjórnin hjá Mario Monti, forsætisráðharra samtykt eina røð av tiltøkum, sum skulu skarva 26 milliardir evrur av teimum almennu útreiðslunum tey næstu trý árini.
Samtyktin hjá stjórnini ber í sær, at hon skal spara 4,5 milliardir evrur í ár, 10,5 milliardir næsta ár og 11 milliardir í 2014.
Mario Monti (myndin) sigur, at ein stórur partur av sparingunum verða innan heilsuverkið og umsitingina, og varabúskaparráðharrin, Vittorio Grilli, sigur, at sparingarnar fara at gera, at 20 prosent færri leiðarastørv verða hjá tí almenna, og oat nnur størv hjá tí almenna verða 10 prosent færri enn nú.