Við at strika grein 4 í løgtingslóg um samsýning landsstýrismanna sparir landskassin 900.000 krónur um árið. Grein 4 er greinin, sum tryggjar landsstýrismonnum upp í 13.000 krónur um mánaðin í koyripengum.
Tað er Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið, sum verður viðgjørt í løgtinginum hósdagin.
Rigmor Dam vísir á, at verandi kostnaðargjald í ávísan mun eitt stórt, skattafrítt lønarískoyti, sum aðrir borgarar ikki hava.
Endamálið við broytingini er ikki, at tað skal vera ein bági at gerast landsstýrisfólk. Hinvegin eigur kostnaðarendurgjaldið at vera rímiligt og endurspegla veruligu útreiðslurnar, sum landsstýrisfólk hava av at ferðast millum Tórshavn og aðrar partar av landinum, sigur hon.
Hon vísir á, at tað eru eisini onnur viðurskifti í lógini, sum treingja til at verða endurskoðað.
Við at seta broytingina í gildi 1. september 2012 fær løgmaður og fyrisiting hansara møguleika at endurskoða skipanina, so hon verður rímiligari.
Sambært uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, so hevur tað positivar fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Sparingin fyri landskassan verður við verandi landsstýrisfólkum 900.000 árliga. Men fyri landsstýrisfólk, sum hava bústað uttan fyri Tórshavn, Hoyvík, Argir ella Hvítanes, hevur uppskotið negativar fíggjarligar avleiðingar. Í rundum tølum er skattafría upphæddin, sum landsstýrisfólk fáa henda:
Tey, sum búgva í Suðurstreymoy, undantikið Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes fáa 57.000 krónur skattafrítt um árið oman á lønina.
Tey, sum búgva í Norðstreymoy 78.000 krónur skattafrítt um árið oman á lønina.
Tey, sum búgva í Eysturoy 100.000 krónur skattafrítt um árið oman á lønina.
Tey, sum búgva í Sandoy og tey, sum búgva í Vágum fáa 142.000 krónur skattafrítt um árið oman á lønina.
Teym sum búgva aðrastaðni longur burtur enn hesi øki, fáa 164.000 krónur skattafrítt um árið oman á lønina.










