Lokalfólk og myndugleikar í býnum Magaluf á Mallorca eru nú so troytt av levnaðinum av ferðafólki í býnum, at 64 nýggjar reglur eru settar fyri atburð í býnum.
Magaluf er kendur sum tann stóri veitslubýurin á Mallorca, og ikki minst flokkast ungir bretar í býnum. Avleiðingin er drukk, bardagar, spýggj og piss á hvørjum gøtuhorni, larmur, herverk og aggressión.
Enskir fjølmiðlar skriva, at tey, sum búgva í Magaluf og hava vinnuligt virksemi har, hava í felag mótmælt støðuni í býnum, og tey hava ført fram, at alt tykist verða loyvt í Magaluft.
Hetta hevur nú fingið myndugleikarnar at gera 64 nýggjar reglur fyri ferðafólk í býnum, og løgreglan skal sláa hart niður á brot á hesi forboð. Millum annað skulu stórar bøtur skrivast til tey, sum bróta reglurnar. Talið á løgreglufólki í býnum er síðani í fjør tvífaldað, og nú arbeiða 2.639 løgreglufólk í Magaluf.
Nýggju reglurnar eru millum annað forboð ímóti at klatra í trøum, at larma óneyðugt, at tveita burturkast frá sær, at pissa á gøtuni, at ganga nakin ella hálvnakin í almenna rúminum og so víðari. Roynt verður eisini at avmarkað útskeinkingina í Magaluf.










