Spanskt og danskt - nýtt at fáa í Havn

Tveir forvitnisligir handlar hava latið upp í Havn seinastu dagarnar. Tað er danska merkið Pieces og spanska merkið Desigual, ið nú vera at fáa.

Pieces er partur av stóru, donsku ketuni Bestseller, ið millum annað hevur handlarnar Vila, Vero Moda og Only. Pieces selur trendy tilhoyr, smúkkur, skógvar, hálsturrikløð, belti og skógvar.

Merkið Desigual hevur ikki verið at fáa í Føroyum fyrr, men nógv kenna tað óivað frá ferðum uttanlands.

Annika Juul fer nú undir at selja spanska Desigual í Ullvøruhúsinum í Miðbýnum. Hon hevur áður haft nethandilin Einglabassan og hevur merkt, at føroyingum dámar væl litrík klæði.

- Eg havi selt litríkar kjólar á netinum, og teir eru nærmast skræddir vekk, hóast teir kostaðu 1.200 krónur, sigur Annika.


Men sponsk klæði í Føroyum, er tað ikki alt ov kalt til okkara hitalag?

- Desigual hevur stóra kollektión, so tað eru ikki bara summarslig klæði at fáa, sigur Annika.


Hvussu nógv kosta klæðini?

- Tey eru miðaldýr. Man fær eina blusu fyri umleið 400-600 krónur, og ein kjóla frá 700 og uppeftir.