Ein kanning hjá grannskoðarafelagnum Oliver Wyman vísir, at spanskir bankar hava tørv á 59,3 milliardum evrum ella knappliga 445 milliardum krónum. Tað er spanska stjórnin, sum hevur biðið um kanningina fyri at fáa greiði á, hvussu nógv bankarnir skulu hava av teimum 100 milliardum evrunum, sum tann serligi bjargingargrunnurin hjá ES hevur sett av til spanskar bankar.
Frank Øland, greinari hjá Danske Markets, sigur við danska kringvarpið, at væntandi eru teir sponsku bankarnir førir fyri at útvega ein part av kapitalinum uttan um stjórnina og ES, so at tann veruligi tørvurin er millum 40 og 50 milliardir evrur, heldur hann.
Grannskoðarakanningin umfataði 14 spanskar bankar, og hon vísti, at Bankia, sum longu er bjargaður einaferð, hevur tann størsta tørvin á hjálp. Hann skal hava knappliga 25 milliardir evrur. Harafturímóti hava tríggir teir størstu bankarnir, Santander, BBVA og La Caixa, ikki tørv á hjálp, skrivar DPA.